Borgarafundurin - hvat nú?

Fyrireikararnir takka við hesum øllum tykkum, ið møttu til tiltakið hetta kvøldið í auluni í Kommunuskúlanum

Evnið á Borgarafundinum var: Hvussu loysa vit bráðfeingistørvin hjá teimum røktarkrevjandi í Tórshavnar kommunu. Stóra mannfjøldin og tað, ið borgarin førdi fram, lýsti støðuna greitt: Tørvurin er stórur, og nakað skal henda skjótt! Nógvu dømini, ið nevnd vórðu hetta kvøldið, vísa, at støðan hjá mongum borgarum er óvirðilig og eyðmýkjandi, bæði fyri tey, ið hava røkt fyri neyðini, og fyri avvarðandi teirra.

 

Á fundinum, har fyrst og fremst varð hugt eftir, hvussu trupulleikin verður loystur, kom okkurt ítøkiligt uppskot um, hvussu vit kunnu gera. Eini ráð vóru at savna alla eldrarøkt undir sama hatti fyri at bøta um tænstustøðið. Somuleiðis eigur eisini at verða hugt at bygging og prísi. Her varð “Mørkin” í Sunda kommunu nevnd sum dømi.

 

Hóast einki ítøkiligt varð borið fram av teimum, ið varða av økinum, góvu tey bæði kortini hvør øðrum lyfti um, at nú verður annað skinn tikið um bak. Stríðið um, hvør hevur ábyrgdina av eldraøkinum, eigur ikki at forða fyri, at eldri og óhjálpnir borgarar fáa ta røkt, ið teir hava uppiborið, hóast lógin er ikki til fyri tey eldru, sum eisini kom fram á fundinum.

 

Nú verður spennandi at síggja, hvat borgarstjórin í Havn og landsstýriskvinnan fyri Almannamálum megna at gera fyri at loysa bráðfeingistørvin í Suðurstreymoy fyrst, men eisini fyri restina av landinum. Tey skulu fáa stundir til at fara undir uppgávuna, men vit, ið skipaðu fyri borgarafundinum, fara at fylgja væl við, hvat verður gjørt. Farið verður undir onnur tiltøk í næstu framtíð.

 

Vit frætta fegin frá fólki, ið hava røktartrupulleikar. Sigið frá tykkara støðu á teldupost. adr: bradfeingistorv@hotmail.com