Borgarafundur um bráðfeingistørvin hjá røktarkrevjandi í Tórshavnar kommunu byrjar kl. 19.30 í kommunuskúlaauluni
Borgarafundur um tann stóra bráðfeingistørvin hjá røktarkrevjandi í Tórshavnar kommunu verður í kommunuskúlaauluni kl. 19.30 í kvøld. Ein av fyriskiparunum, Daisy Sloan kemur at bjóða vælkomin.
Í pallborðinum koma at sita Heðin Zachariassen, fyrrverandi borgarstjóri í Sunda Kommunu, sum kemur at greiða frá hvussu Sunda Kommuna loysti bráðfeingistørvin hjá røktarkrevjandi í Sunda kommunu. Í pallborðinum verða eisini: Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Turid Jacobsen, ergoterapeutur og Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Høvið verður hjá fundarluttakarunum at stilla spurningar, og at koma við konstruktivum uppskotum, um hvussu málið kann loysast.
Sigrun Mohr fer at taka saman um. Tað eru Daisy Sloan, Sigrun Mohr og Jóna Mortensen sum skipa fyri borgarafundinum í kommunuskúlaauluni.
Herman Oskarson frá Hagstovu Føroya skuldi upprunaliga hava eina framløgu á borgarafundinum, men hann hevur tíverri fingið forfall. Og tí er Heðin Zachariassen komin í hansara stað, fyri at greiða frá royndunum hjá Sunda Kommunu á hesum økinum.










