Borgarafundur í Vági um samanlegging

Á borgarafundinum fara norðoyingar at siga frá sínum royndum frá samanleggingum og har Jacob Vestergaard fer at greiða frá ætlanunum hjá landsstýrinum

Kommunusamanlegging
 

 Týskvøldið 21. november verður borgarafundur í Vági, har kommunusamanlegging er á skránni.
Annan desembur verður fólkaatkvøða í Vági um kommunusamanlegging. Tá sleppa vágbingar at siga sína hugsan um Suðuroy skal vera ein kommuna, um hon skal vera tvær kommunur, ella um Vágs Kommuna framvegis skal vera sjálvstøðug kommuna.
Og fyri at brynja vágbingar at seta krossin, skipar Vágs Býráð fyri upplýsandi borgarafundi týskvøldið, har spurningurin um kommunusamanlegging skal lýsast úr ymsum sjónarhornum.
Á fundinum verður pallborð, har kommunupolitikarar norðaneftir fara at greiða frá teimum royndum, teir hava av at leggja saman og teimum sjónarmiðjum, teir annars hava.
Teir, sum fara at greiða frá, eru Rodmundur Nielsen, sum var borgarstjóri í Runavík og sum eisini var ein drívmegi aftanfyri kommumusamanlegging á Skálafirði.
Somuleiðis fer Heðin Zachariasen, borgarstjóri í samanløgdu Sunda Kommunu at siga frá teimum royndum, tey í Sundalagnum hava av at leggja saman. Johan Christiansen er bygdaráðslimur í Leirvík og hann var ikki so heitur fyri at leggja Leirvík saman við Gøtu og á fundinum í Vági fáa vágbingar at vita, hví hann ikki var tað og, hvørja støðu, hann annars hevur til spurningin.
Og seinasti kommunalpolitikari við pallborðið er Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, sum eisini fer at siga sína hugsan.
Harumframt fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálaráðnum at greiða frá, hvørjar ætlanir, hann hevur á økinum og við sær hevur hann Hilmar Høgenni úr innlendismálaráðnum, sum fer at greiða frá tí teknisku síðuni av eini samanlegging.
Og at enda fer Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági at greiða frá støðuni hjá Vágs Býráð.