Í annaðkvøld - hin 1. februar klokkan 19 - verður borgarafundur á Skála.
- Fundurin fer at snúgva seg um tær ætlanir, sum Mest hevur um at dagføra skipasmiðjuna við nýggjari og størri turrdokk, soleiðis at hon kann standa seg betri í kappingini á marknaðinum.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu og Mest í dag.
- Ymiskar ætlanir hava verið frammi hesi seinastu árini, meira og minni kendar, men í longri tíð hevur verið arbeitt við tí loysnini, sum leiðslan fer at leggja fram á borgarafundinum.
P/F Mest hevur søkt Runavíkar kommunu um byggiloyvi, og sum avrátt partanna millum fara fyrisiting, nevndir og býráð ikki undir viðgerðina av umsóknini, fyrrenn borgararnir í bygdini hava fingið høvi at siga sína hugsan um nýgerðina.
- Skála er kend fyri bátasmíð langt aftur í tíð, og í skjótt stórthundrað ár hava skipasmíð og umvælingar av skipum verið høvuðsvinnan í bygdini. Verandi turrdokk er vorðin ov lítil til at rúma nýggjaru skipunum í føroyska flotanum og teimum í grannalondunum.
Tí hevur skipasmiðjan tørv á at víðka kapasitetin allar vegir, bæði í breidd, longd og til ein alt størri djúpgang, sum tikið verður til.
##med2##
Á borgarafundinum fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, at bjóða vælkomin, og síðan fer stjórin í Mest, Mouritz Mohr, at greiða frá ætlanum felagsins.
Jóhannes Steingrund fer at greiða frá kanningum, sum eru gjørdar í sambandi við ætlanina, og síðan fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at greiða frá leiklutinum hjá kommununi.
Høvið verður eisini til spurningar úr salinum, sum tey, ið varða av útbyggingini av skipasmiðjuni, kunnu svara. Borgarafundurin er almennur, og Runavíkar kommuna og Mest siga, at øll eru hjartaliga vælkomin.