Hin 2. juni klokkan 20 verður borgarafundur í Vestmanna, og fundurin verður á Miðnánsskúlanum. Á skránni fyri fundur verður "umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða".
- Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vit hava tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin fyri gravplássum at verða nøktaður eini 20-25 ár fram í tíðina.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu.
Men, her verður eisini ásanna, at ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru tey farnu løgd til hvíldar.
- Vit hava tí heitt á arkitektafyritøkuna EYA um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verið skipaður av nýggjum, siga tey í Vestmanna kommunu.
Á borgarafundinum fer Eyðun Eliasen, arkitektur, at hava framløgu um uppskotið, sum tey hava ment í felag við Vestmanna bygdaráð. Til tess at vita, um undirtøka er fyri uppskotinum, skipar kommunan tískil fyri borgarafundinum í Miðnámsskúlanum.
Kirkjuráðið í Vestmanna hevur sent fyrispurning til Vestmanna kommunu um møguleikan at flyta minnisvarðan oman til kirkjuna, og her hevur bygdarráðið samtykt at hava borgarafund um fyrispurningin.
- Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í 2020, men so kom korona. Borgarafundurin um flyting av minnisvarða verður eisini 2 juni 2022, verður lagt aftrat.