Borgarar í Hvannasunds kommunu fara í kvøld at tosa um møguliga kommunusamanlegging við Klaksvíkar kommunu Borgarar í Hvannasunds kommunu seta hvørjum øðrum stevnu í skúlanum á Fossanesi í kvøld, at umrøðu møguliga kommunusamanlegging við Klaksvíkar kommunu.
Á skránni verður umrøða av uppskotinum til sáttmála um sjálvbodna samanlegging við Klaksvíkar kommunu. Umboð fyri báðar samráðandi partarnar verða við á fundinum. Fundurin hevur pallborð við m.a. Pól Fuglø, Niels í Buð og Steinbjørn O. Jacobsen. Árni Gregersen verður orðstýrari.
Síðani verður vegleiðandi fólkaatkvøða í Hvannasunds kommunu mikudagin 17. september.
Kommunustýrisfundur verður 18. september har politikararnir í Hvannasunds kommunu taka støðu til samanleggingina við Klaksvíkar kommunu. Politikararnir í Klaksvíkar kommunu taka støðu til kommunusamanleggingina á fyrst komandi býráðsfundi, ið eftir ætlan verður týsdagin 23. september, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindabrævi.