Borgarafundur um miðbýarætlan í Runavík

Runavíkar kommuna skipar miðvikukvøldið hin 15. august fyri borgarafundi í Løkshøll. Tvey tíðarbær mál verða tikin upp á fundinum: Innkomuvegurin frá Eysturoyartunlinum og miðbýarætlanin.

 

Nú Eysturoyartunnilin er komin væl áleiðis, hava Runavíkar kommuna, EM Ráðgeving og Landsverk lagt eina frágreiðing fram í bóklingi, har greitt verður frá teimum tøkniligu møguleikunum, sum eru í Runavíkar-økinum, til tess at møta ferðsluligu avbjóðingini, nú ferðslutíttleikin fer at vaksa munandi.

 

Í nógv ár hevur Runavíkar kommuna virkað fyri at skipa ein miðbý í miðsavningini Runavík, Saltangará og Glyvrar. Sitandi býráð setti sær fyri at fáa ferð á hetta málið enn einaferð, og nú fyriliggur eitt uppskot, ið verður lagt fram á fundinum. 

 

Fundurin verður hin 15. august klokkan 19:00 í Løkshøll.