Borgarafundur um kampus ætlan hjá Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk fara nú undir fleiri arbeiðir í samband við Heildarætlanina fyri Kampus frá 2018.

 

Landsverk, saman við Fróðskaparsetur Føroya, bjóðar inn til kunningarfund um tey arbeiði, sum eru byrjað og sum fara at byrja, í sambandi við verkætlanina Kampus.

 

Bæði grannar og onnur áhugaði eru vælkomin í Auluna hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum 20, fyrrverandi Læraraskúlahøllin.

 

Her verður m.a. tann komandi parkeringin á grasfløtuni umrødd; verkætlanin byrjar í august 2023, og hvat grannarnir kunnu vanta av ávirkan í byggitíðini næstu árini.

 

Fundurin verður tann 5. september klokkan 19:30, skrivar landsverk.fo.