Borgarafundur um ferðslutrygd í Runavík

Í kvøld klokkan 19 verður borgarafundur í Løkshøll, har ferðslutrygdarætlanin fyri vegastrekkið Undir Gøtueiði ? Mýravegur, verður løgd fram. Ein arbeiðsbólkur, við umboðum frá Landsverki, løgregluni og Runavíkar kommunu, hevur arbeitt við uppskotinum í eina tíð og nú er tað klárt at leggja fram fyri borgarunum.

Á fundinum verður greitt frá ætlanini og aftan á fáa borgarar høvi at seta spurningar og annars viðmerkja ætlanina.

Og Runavíkar Kommuna ætlar sær at arbeiða skjótt, tí ætlanin er, at hon skal vera liðug longu í mai og tá skal tað vera klárt at fara undir arbeiðið at seta hana í verk.