Borgarafundur í Runavík um eldin á Athenu

Í sambandi við eldin umborð á Athenu fyri tveimum vikum síðani, skipar Tilbúgvingarstovnur Føroya, saman við Runavíkar- og Sjóvar kommunu, fyri borgarafundi í Løkshøll í Runavík í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19. Við á fundinum verða løgregla og sløkkilið, umframt aðrir viðkomandi myndugleikar, sum hava havt við Athenu-málið at gera.

Eldurin umborð á Athenu ávirkaði stóran part av Skálafjørðinum. Tílíkar hendingar eru tíbetur sjáldsamar, men kunnu tó koma fyri, tá ið hugsað verður um, hvussu nógv, sigling við stórum skipum hevur vundið upp á seg.

- Hóast myndugleikarnir hava gjørt sítt til, at kunningin hevur verið nøktandi, kunnu tað verða fólk á Skálafjørðinum sum liggja inni við spurningum til myndugleikarnar um mangt og hvat í sambandi við eldin.

- Endamálið við borgarafundinum er í fyrra lagi at tryggja, at borgarin á Skálafjørðinum hevur fingið nøktandi kunning um hendingina og møguligar avleiðingar av henni. Í øðrum lagi er endamálið at tilbúgvingin kann fáa góð hugskot frá fundarfólkinum at arbeiða víðari við, sigur Tilbúgvingarstovnurin.