Vit hava havt fleiri borgarafundir í Vági seinastu árini, og royndirnar eru ringar. Tað einasta, ein borgarafundur megnar, er at fáa split í. Men tað er kanska tað, stjórin á P/F Føroya Fiskavirking er úti eftir.
Tað sigur Hendrik Old, tingmaður, í sambandi við uppskotið hjá stjóranum í Fiskavirking at hava borgarafund um viðurskiftini í sambandi við flakavirki.
Tá Jákup Mørkøre herfyri ætlaði at fáa eina kongafiskalinju flutta av flakavirkinum í Vági á flakavirkið á Tvøroyri, gjørdu vágbingar bart. Teir settu ein stóran krana og tveir lastbilar uttan fyri dyrnar á flakavirkinum, so ongan veg slapst við kongafiskalinjuni.
Orsøkin til hetta stigið hjá vágbingum er óngøgd við, at Fiskavirking ikki hevur latið virkið í bygdini uppaftur. Kári Jacobsen, formaður í arbeiðsmannafelagnum Framtíðini, hevur víst á at leiðslan á Fiskavirking fleiri ferðir hevur lovað vágbingum, at arbeiðið aftur verður á virkinum. Men onki hendir.
Virki fer ikki í gongd við at flyta flakalinjur av virkinum, sigur Kári Jacobsen.
Borgarafundur
og bispur
Stjórin í P/F Føroya Fiskavirking vísti í fyrstu atløgu á, at teir mundu fara at tosa seg til sættis við vágbingar. Men tá tað vísti seg onki úrslit at geva, vísti Jákup Mørkøre á, at vágbingar fremja sjálvtekt.
Tí kundi verið áhugavert at skipa fyri einum borgarafundi í Vági um sjálvtekt. Har kundu verið umboð fyri løgregluna, onkur søgufrøðingur, og so kundi bispur eisini tosað um 9.- og 10. boð hetta við øvundsjúku o.s.fr., segði Jákup Mørkøre við Sosialin.
Hendrik Old heldur, at tað er tað reina spottarí og niðurgerðin av vágbingum, at draga bisp upp í málið um flakavirkið.
Vit hava prest, so bispi nýtist ikki at koma suður, um tað er trupulleikin. Tað verður hvørki bispur ella nakar borgarafundur, ið loysir trupulleikarnar við flakavirkinum, sigur Hendrik Old.
Jákup Mørkøre veit
Hendrik Old sigur, at Jákup Mørkøre veit meira, enn hann letst. Jákup Mørkøre hevur onkuntíð í seinastuni víst á, at viðurskiftini undan, at hann gjørdist stjóri í P/F Føroya Fiskavirking, hevur hann onga ábyrgd av. Men hesum vísir Hendrik Old aftur upp á tað harðasta.
Jákup Mørkøre sat í nevndini fyri P/F Føroya Fiskavirking, áðrenn hann gjørdist stjóri. Og hann var eisini ein hin virknasti nevndarlimurin, og hevur tískil havt avgerandi ávirkan á gongdina hjá felagnum, sigur Hendrik Old.
Hann mælir til, at Fiskavirking beinanvegin letur virkið í Vági uppaftur.
Flakavirkið er rættiliga væl útgjørt, bæði so og so. Vit kundu t.d. virkað uppsjóvarfiskasløg, eitt nú gulllaks. Men vit kundu so sanniliga eisini virkað onnur fiskasløg, sigur Hendrik Old.