Nólsoy
Leygardagin, 13. mars, verður borgarafundur í Nólsoy um ætlaðu samanleggingina við Tórshavnar kommunu. Eina viku seinni verður vegleiðandi fólkaatkvøða, og tá fæst at vita, hvat nólsoyingar halda um einmæltu samtyktina hjá bygdarráðnum í Nólsoy um at leggja saman við høvuðsstaðarkommununi.
Bygdarráðið sigur, at aðaltankin aftanfyri samanleggingina er: 1) at gera kommunurnar betur førar fyri at veita borgarunum betri tænastur í einum nútíðarsamfelag, 2) við samskipan at effektivisera og rationalisera planleggingina og raksturin av kommununum, 3) at fáa størri nyttu úr íløgum, ið longu eru gjørdar ella eru í gerð og harvið forða fyri skeivum "dupultum" íløgum, 4) at kommunurnar standa sterkari í kapping við útlandið um arbeiðspláss, og at allir borgarar, hvar teir so enn búgva í sameindu kommununi, skulu hava somu skyldur og somu rættindi.
Avgerðin liggur í hondunum á bygdarfólkinum í Nólsoy, ið sum nevnt verða kunnaði um ætlaðu samanleggingina á fundi leygardagin í komandi viku.