Borgarafundur í Kaldbak í kvøld

Almennur borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak í kvøld 19.00.

 

Tað er á-hugabólkurin í Kaldbak, sum skipar fyri, og skráin fyri fundin verður hendan:

 

1: Kunning um samskiftið og fund við Tórshavnar býráð, støðan í kommununi, og orðaskifti um málið.

 

2: Uppskot um at kæra Tórshavnar kommunu fyri Kommunala Eftirlitið.

 

Orsøkin til uppskotið um kæru er: Eftir samanleggingarsáttmálanum skal kaldbaksnevndin umrøða og gera tilmæli í øllum málum, sum hava við Kaldbak at gera. Málið at broyta byggisamtykt og leggja vinnuøki við Kaldbaksfjørð varð ikki, sum ásett í sáttmálanum, lagt fyri nevndina.

 

3: Uppskot til yvirlýsing.

 

4: Uppskot at velja nevnd at fyrireika og gera uppskot til viðtøkur fyri eitt áhugafelag fyri bygdirnar Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak.

 

5: Ymiskt.

 

Fyri á-hugabólkin hava Marin Vang og Jóhann Mortensen skrivað undir.