Borgarafundur
17. apríl verður enn ein fólkaatkvøða um samanlegging av kommunum. Tá fara fólk í Elduvík og Funningsfirði, sum í dag er ein kommuna, at taka støðu til, um leggjast skal saman við Runavíkar kommunu ella ikki.
Elduvíkar kommuna hevur havt nakrar fundir við Runavíkar kommunu um møguliga samanlegging, og á fundinum í kvøld verður kunnað um tað, sum komið er burtur úr.
Bygdaráðsformaðurin í Elduvíkar kommunu, Andrias Hammer, sigur, at velja fólk í kommununi at leggja saman við Runavíkar kommunu, verður tað eftir nøkulunda sama leisti sum sáttmálin, ið gjørdur er millum Skála kommunu og Runavíkar kommunu.
Sum skilst, hevur Elduvíkar kommuna ikki sent borgarunum nakað serligt kunningartilfar um møguligu samanleggingina, men á fundinum í kvøld verður so kunnað um hesa.
Umframt bygdaráðið í Elduvík, verða eisini umboð fyri Runavíkar kommunu, Skála kommunu og Oyndarfjarðar kommunu við á fundinum og umboð fyri kommunudeildina í landsstýrinum.
Í Elduvíkar kommunu búgva tilsamans 88 fólk, harav eini 22-24 búgva í Elduvík og hini í Funningsfirði.
Andrias Hammer sigur seg ikki duga at meta um, hvørja støðu fólkið í bygdunum fer at taka, 17. apríl, men hann væntar, at rættiliga javnt verður millum tey, sum vilja leggja saman og tey, ið ikki vilja.
Elduvíkar kommuna er annars hampiliga væl fyri fíggjarliga. Skattainntøkan liggur um tvær mijónir krónur um árið, og skuldin er hálva aðru álíkning. Á bók eigur kommunan einar 800.000 krónur.
Andrias Hammer hevur verið formaður í Elduvíkar kommunu í hálvt annað ár.









