Borgarafundur á Eiði

Í annaðkvøld verður skipað fyri borgarafundi á Eiði um ætlaðu vindmyllurnar

Tað verður borgarafundur í Hólmahúsinum á Eiði um vindmyllurnar í annaðkvøld klokkan 19.

Tað verður ikki bara SEV, sum verður við á fundinum. Føroya Fuglafrøðifelag kemur eisini at leggja síni sjónarmið fram. Eftir framløgurnar frá SEV og Føroya Fuglafrøðifelag, verður møguleiki hjá borgarum at seta spurningar.

 

Skrá fyri fundin:

·         Borgarstjórin bjóðar vælkomin

·         SEV leggur fram

·         Føroya Fuglafrøðifelag leggur fram

·         Møguleiki at seta SEV og Føroya Fuglafrøðifelag spurningar

 

Koronatilmælini verða fylgd. Hetta hevur m.a. við sær, at ikki meira enn 200 fólk kunnu luttaka á fundinum. Hurðarnar lata upp kl. 18.30, skrivar Eiðis Kommuna á heimasíðu sínari.