Borgarafund um kommunusamanlegging í Suðuroy

Næstu trý kvøldini verða borgarafundir í Suðuroy um kommunusamanlegging

Nú arbeiðsbólkurin í dag, 18. mars, hevur lagt fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum, var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast.

Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar.

Borgarafundir verða hildnir soleiðis:

Týskvøldið 19. mars, kl. 19.00 í Roynhøllini

Ónskvøldið 20. mars, kl. 19.00 í SALT

Tórskvøldið 21. mars, kl. 19.00 í Vesturhøll