Føroyska borðtennislandsliðið hevur í dag kappast í ein-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki. Innleiðandi kappingarnar byrjaðu longu í morgun, og har gjørdist greitt, at Hanus Sørensen, Hallur Thorsteinsson, Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen spældu seg víðari úr bólkaspælinum.
Hallur reyk úr 1/16-finaluni, Hanus og Durita úr 1/8-finaluni og Henrietta úr fjórðingsfinaluni. Støðið í ár er ógvuliga høgt og tað gjørdist alt fyri eitt greitt, at tað fór at verða ógvuliga trupult at koma fram at heiðursmerkjunum í einmansleiki.
Í tvímansleiki var tó møguleiki, og tað skuldi vísa seg, at Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen spældu seg heilt fram til finaluna. Í hálvfinaluni í kvøld vunnu tær óvæntað 3-2 ímóti einum stinnum pari frá Gotlandi.
Seinast føroyskt var við á oyggjaleikum, sum var á Isle of Wight í 2011, syrgdu Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir fyri fyrsta føroyska heiðursmerki nakrantíð á kvinnusíðuni. Tær vunnu bronsu í tvímansleiki, men longu nú er greitt, at tað hesaferð verður í minsta lagi silvur.
Finalan hjá Henriettu og Duritu verður spæld í morgin kl.12.00. Mótstøðuparið, sum er frá Guernsey, er styrkismett sum nummar eitt í kappingini.