Borðreiðir við hvítanýrum á Christiansborg

Magni Arge og Sjúrður Skaale geva dønum møguleikan at smakka føroyskan mat.

Afturvendandi mentanarnáttin á Fólkatingi verður í ár fríggjakvøldið 9. oktobur frá kl. 18.00 til 00.00.  Í hesum sambandi bjóða nývaldu fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, øllum vælkomnum á Christiansborg at eta føroyskan mat, lurta eftir føroyskum tónleiki og hoyra undirhaldandi politiskt kjak.

Kokkurin Christian Nebel borðreiðir við føroyskum hvítanýrum frá Krás og laksi frá Bakkafrost.

 

Á tónleikaskránni verða Marius, Páll Finnur Páll (unplugged) og Jóhanna Norðberg Niclasen.

Umframt hetta verður lætt og undirhaldandi politiskt kjak millum teir báðar fólkatingslimirnar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

 

Fyriskiparar vænta, at nógvir gestir koma og tí verður mælt til at koma í góðari tíð.