Borðreiða við skeivum og villleiðandi tølum

Andstøðan brúkar skeiv tøl fyri at villleiða Løgtingið og føroyingar

- Tað er beinleiðis villleiðing, tá ið løgtingsumboð fyri andstøðuna føra fram, at næsta ár skulu føroyingar rinda 200 milliónir krónur meiri  í skatti og avgjøldum.

 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tað eru umboðini hjá andstøðuni í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, sum hava rópt seg upp á eina sanna avgjaldsøði hjá samgonguni og at næsta ár skulu føroyingar rinda 200 milliónir meiri í skatti og avgjøldum.

 

Kristina Háfoss sigur, at tað er beinleiðis villleiðing.

 

- Tvørturímóti fáa flestu føroyingar næsta ár fleiri pengar millum hendurnar. Familjur við láginntøkum fáa um 12.000 krónur meira at liva av í 2016, og fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fáa um 4.600 kr. meira at liva av í 2016.

 

- Verða hækkaðu gjøldini til eitt nú Samhaldafasta, Heilsutrygd, Barsilsskipanina og tinglýsing, drigin frá stóra skattalættanum til lág- og miðallønt, fær borgaran tilsamans minst 80 mió. krónur meiri komandi ár.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at andstøðan heldur seg heldur ikki til røttu tølini, tá ið tey leggja samgonguna undir at krevja yvir 350 milliónir krónur frá fiski- og alivinnuni komandi ár.

 

Rætta talið er, at samgongan væntar at fáa 286 milliónirfrá tilfeingisgjøldum frá ali- og fiskivinnuni.

 

- Upphæddin er enntá lægri enn tann, sum undanfarna samgonga sjálv ætlaði at fáa inn frá ali- og fiskivinnuni, tá ið samgongan í vár legði fíggjarkarmarnar fyri næstu árini fyri Løgtingið, sigur Kristina Háfoss.

 

- Tey, sum ikki fingu lut í flatskattalættanum, fáa nú ein skattalætta, sum munar og sostatt verða virðini javnari býtt, og tað verður liviligari hjá øllum.

 

- Og loksins vera verulig stig tikin móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi, sigur Kristina Háfoss.