Borat

Borat verður spældur av Sacha Baron Cohen, sum vit kenna sum rapparan Ali G, ið hevur fornermað Gud og hvønn mann. Borat er úr Kasaksthan, og hann verður sendur til USA at gera ein dokumentarfilm. Borat er altíð púra ”clueless” og ánar ikki, hvat hann skal ella eigur at gera. Hann er fordómsfullur um alt og øll, og tosar niður á kvinnuna. Borat er veruliga bygdasligasta menniskja í søguni. Hetta er ein genialur mocumentary, og eykatilfarið er heilt einastandandi stuttligt. YOU LIKE!!

Eykatilfar: m.a. Sexy Drown Watch, Dog Pound, Doctor’s Office, Police Pullover, Supermarket (Cheese), Massage, The “Best of” the Other Deleted Scenes Compilation, Rodeo News Report

5 stjørnur av 6.