Meksikanska løgreglan hevur funnið 20 tons av rúsevninum marihuana í einum tunli undir markinum millum Meksiko og USA. Tunnilin, sum er 550 metrar langur, er millum Tijuana í Meksiko og San Diego í Kalifornia, og báðir tunnilsmunnarnir vóru inni í gomlum goymslubygningum.
Myndugleikarnir í Meksiko halda, at rúsevnasmuglarar hava brúkt tunnilin í eitt hálvt ár, men amerikanararnir halda, at tunnilin er ikki meiri enn ein mánað gamal.
Meksikanska løgreglan sigur, at tunnilin er útgjørdur við skinnara, ljósi og luftskipan.