Bora í Norðsjónum

Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við Bow Valley Petroleum um at keypa 10% av einum blokki, har tað í løtuni verður borað eitt stórt oljumið

Oljumiðið, sum eitur Fulmar L (Havhestur), liggur á einum øki, har fleiri oljukeldur eru. Nærhendis Fulmar L liggja Wood, Howe, Huntington og Cayley, har oljufelagið Talisman fyri stuttum fann olju. Mett verður, at enn fleiri møguleikar at finna olju eru á økinum.

Brunnurin, sum skal borast liggur á 90 metra dýpi og er bert 3 km frá Forties rørleiðingini, 10 kilometrar frá Nelson og 18 km frá Montrose framleiðslueindini.

Tað er boripallurin Transocean Prospect, og borikonsolentfelagið AGR, sum stendur fyri boringini. Hol var sett á 19. august, og væntandi tekur tað 46 dagar at bora brunnin.

- Vit meta, at hetta er ein góður møguleiki, sum hóskar væl til ætlanirnar hjá Faroe Petroleum. Felagið hevur eina boriætlan har fleiri enn 20 brunnar skulu borast og fígging er tøk til allar brunnarnar. Í løtuni verða metingarbrunnurin Topaz og leitibrunnarnir East Breagh og Marsvin boraðir. Harumframt er ætlanin at bora ein leitibrunn og ein metingarbrunn á Hyme og South East Tor seinni í ár. Fram til ársenda væntast, at felagið luttekur í minst sjey brunnum, og er hetta ein sera spennandi tíð fyri Faroe Petroleum, sigur Graham Stewart, stjóri.