Bora nú í tríggjar ættir

Tað gongur støðugt framá at gera nýggju farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, og nú eru arbeiðsliðini farin at spreingja í tríggjar ættir. Tað skrivar tunnilsfelagið á Facebook.


Á Hvítanesi vóru í viku 2 sprongdar 46 metrar, soleiðis at tunnilsliðið higartil hevur sprongt 1.563 metrar samanlagt á Hvítanesi.


Arbeiðið við at gera rundkoyringin undir Skálafjørðinum er um at vera liðugt, og eru arbeiðsliðini tí megina av tunlinum farin at spreingja í tvær ymiskar ættir.


- Byrja er eisini at spreingja strekkið frá rundkoyringini móti Hvítanesi og frá rundkoyringini móti Rókini. Í vikuni eru sprongdir 20 metrar móti Hvítanesi og í alt 35 metrar á hesum strekkinum. Móti Rókini blivu somuleiðis sprongdir 20 metrar og í alt eru sprongdir 35 móti Rókini, skrivar tunnilsfelagið á Facebook-síðu síni.