Skotska oljufelagið Cairn boðar nú frá, at tað fer at bora ikki færri enn fýra brunnar í Grønlandi í ár. Í fjør boraði felagið 2-3 brunnar. Tað gongur við rúkandi ferð. Skotska oljufelagið Cairn Energy, sum í fjør staðfesti olju og gass í grønlendsku undirgrundini, hevur nú gjørt av at bora ikki færri enn fýra brunnar í Vesturgrønlandi í ár. Felagið hevur longu nú tryggjað sær eitt boriskip og ein boripall til umfatandi uppgávuna. Hetta boðar felagið frá í einum tíðindaskrivi í dag.
-Sáttmálin um at brúka bæði eitt boriskip og ein boripall fer at økja um boriorkuna og eisini gera tað lættari umframt at hetta verður gjørt fyri at seta fokus á trygdina sigur Bill Gammell, stjóri í felagnum. Tað ræður eisini um at troyta tíðina mest møguligt, tí tíðin, tá borast kann í Grønlandi er sera avmarkað.
Grønlendska landsstýrið hevur sett sera umfatandi krøv til oljufeløg, ið bora í Grønlandi og eitt teirra er, at feløgini skulu hava tveir boripallar ella skip til hvørja uppgávuna fyri harvið at tryggja seg betur um eitt óhapp skuldi hent. Skuldi okkurt gingið galið so er hitt skipið á staðnum til at bora ein brunn, ið skal fyribyrgja ella avmarka dálking.
Farið verður í gongd treytað av góðkenning frá landsstýrinum. Ein kann siga, at Grønland við hesum fýra brunnunum er við at leggja seg væl frammanfyri Føroyar, tá talan er um talið av brunnum og skjótleika. Við hesum tempo er ikki ov nógv sagt, at Grønland kann gerast tað landið í Útnorði sum fyrst fer at raka við lønandi oljufund.
Í komandi viku fer ein stór grønlendsk sendinevnd við landsstýrisformanninum og høgstandandi embætisfólki eitt nú innan oljufyrisitingina til Noregs at tosa um møguligt samstarv. Tey skulu hitta kong, forsætisráðharran og síðani Statoil og vitja fleiri av norsku oljufyritøkunum.