Tað er nú umleið hálvur annar mánaði síðani, at ENI setti borin í føroysku undirgrundina. Tað skuldi tó bara ganga stutt tíð, til boringin varð steðgað. Hetta fyri at uppgradera trygdarventilin, tann sokallaða BOP´in, sum er tann, ið skal forða fyri einum óhappi í sambandi við boring.
Hetta arbeiðið hevur tikið næstan ein mánað, og miðskeiðis í farnu viku varð so sett á aftur at bora á Anne Marie leiðini. Tað hevur ikki eydnast at fáa nærri upplýst, hví avgerð bráddliga varð tikin um at steðga boringini fyri at uppgradera ella betra um trygdarventilin, tó at tað hevur ljóðað, at myndugleikar eitt nú í Noregi hava tosað um at herða krøvini til BOP útbúnaðin eftir óhappið í Meksikanska flógvanum. Og at ENI við hesi avgerð heldur vil vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hvørki ENI ella Jarðfeingi hava viljað gjørt viðmerkingar til hetta.
Tað er greitt, at steðgurin kann hava dýrkað boriætlanina munandi. Er tað so, at umvæling og uppgradering av trygdarventilinum á West Phoenix hevur tikið nærum ein mánað, og hetta ikki hevur verið við í upprunaligu verkætlanini, so hevur hetta dýrkað boringina nógv. Leiga av boripalli í ein mánað kostar nærum 100 mill. kr. Upprunaliga varð boringin sett til at taka 75 dagar. Um eyka arbeiðið við BOP ventilinum ikki hevur verið partur av upprunaligu tíðarætlanini, so merkir hetta, at boringin fer at taka góðar 100 dagar, og tað merkir so aftur, at hon verður nakað seinkað, soleiðis at eitt úrslit neyvan fyriliggur fyrr enn í november.
Møguliga fæst svar uppá alt hetta, tá leitistjórin hjá ENI, Eugenio Antonelli mikukvøldið fer at halda fyrilestur á Oljutinginum á Hotel Føroyum, har hann fer at greiða frá virkseminum hjá felagnum kring heimin, vestan fyri Hetland og við Føroyar og svara spurningum.