Bora 11 brunnar næstu árini

Eftir væleydnaða Cambobrunnin hjá Hess standa nú ikki færri enn 11 brunnar á borikalendunum hjá oljufeløgunum á Atlantsmótinum komandi árini.

Oljuleiting á Atlantsmóti

Nýggi brunnurin, sum Amerada Hess, Texaco, Dong og OMV hava borað á bretska landgrunninum nakað norðan fyri verandi oljufelt og tætt upp at føroyska markinum, kann gott koma og gerast ein nýggj vend fyri Atlantsmótið. Við pílinum uppeftir. Sosialurin veit at siga frá keldum í oljuvinnuni, at Cambobrunnurin kann gerast so mikið áhugaverdur, at tað verður farið at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn longu næsta summar ella í 2004. ?Hetta sær gott út og er orsøk til bjartskygni segði ein kelda við blaðið nú um dagarnar. Nú skilst at fundið, sum er gjørt, kann gerast eins áhugavert og Marjunbrunnurin inni á føroyskum øki, í onkrum føri kanska enn meira áhugavert vita keldur
í oljuvinnuni at siga frá. Talan er um olju. Hetta var annars ein "highrisk" brunnur tvs. at møguleikin fyri at bora turt var rættiliga stórur, nú borað verður væl norðan fyri verandi oljuframleiðandi felt. Tað var ikki mett neyðugt at testa brunnin men at gera sær metingar av, um farið kann verða víðari til at bora avmarkingarbrunn. Verður talan um at fara undir eina "appraisal" boring, sum okkurt í løtuni kundi bent á, so kann tað enda við eini veruligari útbygging. Tað vil tíðin so vísa. Og er talan um eitt veruligt fund, so kann tað fáa stóran týdning fyri komandi leitingina á føroyskum øki. Tí tað kann blíva eitt týðandi referansupunkt til ta vitan man longu hevur um aðrar partar av økinum.

Tað ger heldur ikki støðuna minni áhugaverda, at ætlanin er at fara undir at bora ein avmarkingarbrunn við tilknýti til Suilvenfundið longur syðri longu í juli næsta ár. Og at tað síðani liggur í kortunum, gevur hann eitt gott úrslit, at fara undir at útbyggja feltið við fyrstu oljuni frá 2005.

Longur vesturi verður so eisini arbeitt við at byggja stóra Clairfeltið út. Fyrsta framleiðslan er væntandi í 2004. Hesin oljurisin var funnin í 1978, men hevur ligið í dvala til nú.

Alt hetta ber boð um, at hóast tað gongur spakuliga fram við at menna oljuframleiðsluna á Atlantsmótinum, so gongur tað stútt tann rætta vegin. Sum vit síggja á kortinum, ið Sosialurin hevur latið gera í samarbeiði við Statoil Exploration, so gongur tað meira og meira tann vegin, at oljufeløgini fara at eygleiða alt mótið tvs. bæði bretska og tað føroyska økið sum eina heild, sum ein nýggjan og týðandi oljulandslut.