Helst fremsti borðtennisspælarin í Føroya ítróttarsøgu, Petur H. Niclasen fekk stórfingnan heiður á samkomu hjá ÍSF í Smæruni í Havn seinnapartin.
Petur H. Niclasen fekk heiðursbræv Poul E. Petersen fyri sítt virki innan borðtennis, bæði sum íðkari, venjari og leiðari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr løtuna tá Solby Christiansdóttir kunngjørdi, at Petur H. Niclasen fekk heiðurin. Hoyr eisini grundgevingarnar fyri, at Petur H. Niclasen fekk heiðursbræv Poul E. Petersen.
2) Hoyr takkarrøðuna Petur H. Niclasen helt aftaná handanina av heiðursskjali Poul E. Petersen.
Petur H. Niclasen er takksamur fyri heiðurin, men hann sigur seg ikki kunna lova, at hann fer at halda fram at virka fyri føroyskt borðtennis tey komandi 30 árini.
(Poul E. Petersen var fyrsti forsetin hjá ÍSF, og fyrsti ítróttarráðgevin í Føroyum)