Borðtennislandsliðið til HM í París

Føroyska landsliðið í borðtennis byrjar í dag at spæla árligu heims­meistara­kappingina, sum hesaferð er í franska høvuðsstaðnum, París

Um vikuskiftið fór føroyska borð­tennislandsliðið til París, har teir fýra lands­liðs­leik­ararnir skulu luttaka í HM. Teir, sum manna før­oyska mans­landsliðið, eru Hallur Thorsteinsson, Fróði Fríðason Jensen og Pætur Albinus, meðan Henrietta Nielsen er einasti kvinnuligi før­oyski leikarin.
Hetta er triðju ferð í nýggj­ari tíð, at Føroyar lut­tekur í HM. Eftir at hava lut­tikið í kapp­ingini í 1980-árunum, sendi Borð­tennis­sam­band Føroya ikki lands­liðið avstað aftur fyrr enn í 2011. Ta ferðina gjørdist Fróði Fríðason Jensen fyrsti føroy­ing­urin, sum spældi seg víðari í einmans­leiki í HM.

Góð fyrireiking
Føroyska ferðalagið, sum fór úr Føroyum leygardagin og byrjar at kappast í dag, mána­dagin, hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum til HM-kappingina. Leikararnir hava nevniliga verið á venj­ingar­legu í Rumenia, sum er ein hin frægasta borðtennis­tjóðin í Evropa, og vandu teir har heilar seks tímar um dagin.
Júst eftir hesa venjingar­leguna var FM á skránni, so sigast má, at fyri­reikingar­nar hava verið góðar. Føroya­meistarin, Peter H. Niclasen, er ikki við á túrinum. Hann er givin á landsliðnum vegna aldur.
Føroysku leikararnir byrja við at spæla innleiðandi HM-kappingina mánadagin, har teir luttaka í einmansleiki, tví­mansleiki og blandaðum tví­mansleiki.
Kappingin verður spæld í Palais Omnisports de Paris-Bercy, sum rúmar 14.000 áskoð­arum.