Borðtenniskapping í Havn

Borðtenniskapping var í Badmintonhøllini leygardagin

Stór borðtenniskapping var í Badmintonhøllini í Havn leygardagin, 13. november. Hetta var ársins fyrsta Grand Prix-kapping av trimum, sum verða í vetur. Kappast verður í øllum deildum, og leikararnir fáa eitt ávíst stigatal í hvørji kapping - alt eftir, hvar teir plasera seg. Tá ið allar tríggjar Grand Prix-kappingarnar eru lidnar tíðliga í komandi ári, fæst at vita, hvør verður »Ársins Grand Prix Meistari« í teimum einstøku deildunum, bæði í einmans-leiki og tvímansleiki.

Undirtøkan hesaferð var á leið tann sama, sum í opnu kappingini, sum BTSF, Borðtennissamband Føroya, skipaði fyri í oktober. Tá lutt-óku umleið 150 leikarar úr seks feløgum kring landið. Undirtøkan millum gentur og dreingir, 10-14 ár, er framvegis størri enn í deildunum omanfyri, men tað er náttúrligt, tí tey luttakandi úti í feløgunum í hesum aldursbólki eru nógv

fleiri enn tey vaksnu.

BTSF er sum heild nøgt við undirtøkuna í hesi fyrstu Grand Prix-kappingini, sum er ein roynd at skapa uppaftur størri áhuga fyri borðtennisítróttini í Føroyum.