Borðtennisgenturnar á Tvøroyri eru í serflokki

Eftir fyrsta kvøldið, er greitt, at TBF er nærum einaráðandi, tá tað kemur til yngru deildirnar. Eisini Royn eru byrjaðir at vísa tenn, eftir bert at hava vant í sløk tvey ár, og væl spurdist eisini burturúr, má man siga, eftir so stutta tíð. Royn vann heili tvey triðja pláss í einmansleiki.

Tá tað so er sagt, so kemst ikki uttanum, væla úrslitini, TBF hevur havt, seinastu mongu árini. TBF hevur havt eitt rimmar ungdómsarbeiði seinastu mongu árini, og nærum hvør einasti ungdómur dugur at halda einum batti.

Serliga væl fyri liggur hjá TBF gentunum. Tær hava aftur í ár verið at kalla einaráðandi.

 

Úrslitini:

 

Smápinkur:

Einmansleikur

1. Durita F. Jensen TBF

2. Sofía Maria Ferjá TBF

3. Rebekka Petersen TBF

 

Tvímansleikur:

1. Durita F. Jensen/Sofía M Ferjá TBF

2. Lóa Farstad/Julia Mortensen TBF

 

Smápiltar:

Einmansleikur:

1. Hávar Albinus TBF

2. Dávid Mortensen TBF

3. Jóan Eli Thomsen Royn

 

Tvímansleikur:

1. Dávid Mortensen/Hávar Albinus TBF

2. Rebekka Petersen/Jóan Eli Thomsen TBF og Royn

 

Pinkur:

Einmansleikur:

1. Lív Øster TBF

2. Durita F. Jensen TBF

3. Vár Holm TBF

 

Tvímansleikur:

1. Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster TBF

2. Vár Holm/Sára Olsen TBF

3. Durita F. Jensen/Sofía M Ferjá TBF

 

Piltar:

Einmansleikur:

1. Eyðfinnur Jensen TBF

2. Knútur Jóannesarson Tór

3. Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn

 

Tvímansleikur:

1. Knútur Jóannesarson/Sveinur Nólsøe Tór

2. Eyðfinn Jensen/Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn

3. Árnfríður Olsen/Hávar Albinus TBF