Borðtennisformaðurin: Hevur gingið sum væntað

OYGGJALEIKIR: Jóannes Guttesen heldur, at eitt sætta pláss í liðkappingini í borðtennis er góðkent við einum ungum liði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2/in.fo gjørdi við formannin í borðtennissambandinum, Jóannes Guttesen í borðtennishøllini í Visby í Gotlandi fyrr í dag.

 

Jóannes Guttesen heldur, at tað hevur gingið sum væntað í liðkappingini, og í einmans og tvímansleikunum. Talan er um somu endastøðu í liðkappingini, sum á Jersey í 2015, eitt sætta pláss. Jóannes Guttesen heldur, at tað er góðkent við einum yngri liði.

 

Samrøðan var gjørd aftaná Henrietta Nielsen hevði spælt seg í fjórðingsfinaluna, og tað merkir byrjanina av samrøðuni.

 

Í samrøðuni greiðir Jóannes Guttesen frá hvussu órógvandi tað var at skula bíða eftir eini avgerð, tá Jersey setti fram krav, at teir og ikki Grønland skuldu spæla hálvfinalu. Tað gjørdist ein keðilig og drúgv bíðitíð hjá føroysku spælarunum.