Borðtennissamband Føroya hevur í kvøld fingið nýggjan formann. Tað upplýsir borðtennissambandið, sum á eykaaðalfundi í kvøld hevði eittans mál á skrá, nevniliga val av nýggjum formanni.
Nýggi formaðurin er tó ikki nýggjari enn so, at hann áður hevur verið formaður í borðtennissambandinum. Talan er um Andras Nolsøe, sum var formaður tíðarskeiðið frá 2003 til 2009.
Andras Nolsøe tekur við sum formaður eftir Jóannes Guttesen, ið hevur verið formaður síðani 2011.