Borðtennisárið byrjað

Borðtennis: Útlit eru fyri eini spennandi kapping hjá bæði monnum og kvinnum

Seinasta vikuskiftið vóru fyrstu borðtenniskappingarnar í vetur spældar í badmintonhøllini í Havn. Spælt varð bæði í yngru deildunum og hjá teimum eldru.

Leygardagin vóru tað tey yngru, sum vóru í dysti. Hjá pinkunum sær Streymur A út til at hava eitt sterkt lið. Mildrið Djurhuus og Marjun Thomsen eru ósigraðar, og pinkurnar hjá Streymi A taptu bert ein einstaklingadyst, so tær verða ivaleyst tungar at syfta í ár.

Í piltadeildini hevur TÓR a lagt seg á odda. Hóast teir bert vóru tveir á liðnum, so megnaðu teir at taka 1. plássið eftir fyrsta umfar. Teir á liðnum hjá TÓR a vóru Sigurð Carlsson og Ragnar Egilsson.

Eitt av teimum lutfalsliga nýggju feløgunum í føroysku borðtenniskappingini er OyÍF úr Oyndarfirði, og hetta felagið hevur lagt seg á odda í deildini hjá smágentum. Tað sær út til, at miðvísa arbeiðið í Oyndarfirði seinastu 6-8 árini nú fer at bera frukt. Vár Gaard úr OyÍF vann allar sínar dystir leygardagin og eigur sostatt sín stóra lut í oddastøðuni hjá OyÍF eftir fyrsta umfar.

Eins og hjá piltunum er TÓR a komið væl frá byrjan í smádreingjadeildini. Her má TÓR a eisini vera greiður FM-favorittur. Teir vunnu allar liðdystirnar og allar einstaklingadystirnar í liðdystunum. Ein frágreiðing kann kortini vera, at smádreingirnir hjá TBF av Tvøroyri ikki møttu, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer, tá hesi bæði liðini møtast í øðrum umfari.

TÓR a er eisini klárt á odda í kappingini hjá dreingjum. Heili tveir leikarar eru ósigraðir eftir fyrsta umfar. Teir eru Dann Thorleifsson og Christian.


Tey vaksnu

Sunnudagin var tað so tørnið hjá teimum vaksnu. Í kvinnubólkinum vóru seks lið við og gav tað tilsamans 15 liðdystir. Oddaliðini bæði TBF og Streymur spældu ein sera javnan dyst, sum TBF vann 3-2. Elinborg Nygaard vann allar sínar dystir í fyrsta umfari.

Í meistaradeildini hjá monnunum vóru fýra lið við. TÓR a við Birgiri Carlsson og Eyðuni Luid á liðnum løgdu seg á odda.

Petur Niclasen á liðnum hjá TÓR c var einasti leikari, sum kom ósigraður gjøgnum fyrsta umfar av kappingini. Flestu dystirnir vóru javnir, og liðini tóktust eisini at vera sera jøvn, so útlit eru fyri eini spennandi kapping í meistaradeildini í ár.