Borðtennis: Henrietta vann eisini hjá einstaklingum

Henrietta er eisini Føroyameistari hjá einstaklingum

Stóri finaludagurin eydnaðist avbera væl hjá Henriettu Nielsen, ið vann allar tríggjar finalurnar í dag.

Fyrr á degnum gjørdist hon føroyameistari í  bæði tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og fyri løtu síðani gjørdist hon eisini føroyameistari fyri einstaklingar.

 

Hetta seinasta føroyameistaraheitið varð vunnið móti Duritu Fríðadóttir Jensen, ið ikki fekk hótt Henriettu í dag.

Henrietta vann nevnliga greiðan 3-0 sigur við settúrslitunum 11-3, 11-6 og 11-5, og gjørdist sostatt trýfaldur føroyameistari