Borðtennis: Hallur og Henrietta vunnu blandaðan tvímansleik

Henrietta Nielsen og Hallur Thorsteinsson eru føroyameistarar

í finaluni í blandaðum tvímansleiki í borðtennis skuldu Fróði F. Jensen og Durita Jensen hitta Hall Thorsteinsson og Henriettu Nielsen.

 

Tað vóru Fróði og Durita, ið løgdu best út, tá ið tey vunnu eitt tepurt fyrsta sett við 12-10

Í øðrum setti leikaði framvegis javnt á, men hesuferð fingu Hallur og Henrietta hepni við sær í avgerðandi støðum so at tey javnaðu til 1-1 við settúrslitinum 8-11.

Góða gongdin hjá Halli og Henriettu helt fram, og tey vunnu eisini triða sett við 8-11.

Í avgerandi settinum var spenningurin í hásæti, tá ið støðan var 10-10.

Hallur og Henrietta trivust best undir hesum trýsti, og avgjørdi settið og dystin við 12-10 og 3-1