Borðtennis: Hallur og Fróði eru føroyameistarar í tvímansleiki

Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen vunnu FM

Finalan hjá monnum í tvímansleiki í borðtennis gjørdist spennandi.

Finalan stóð millum Hall Thorsteinsson og Fróða Fríðason Jensen á aðru síðuni, móti Petur Niclasen og Pætur Albinus á hinari síðuni.

 

Sjáldan vóru meira enn tvey stig á  muni í fyrsta setti, men at enda høvdu Hallur og Fróði hepni við sær at vinna settið 14-12.

Í øðrum setti helt javna gongdin fram, men hesuferð gjørdu Hallur og Fróði eitt sindur skjótari av og vunnu settið 11-8

Petur og Pætur svaraðu aftur í triða setti, og vunnu tað 11-9

 

Men í fjórða setti var skúgvaðu Fróði og Hallur allan iva til viks, tá ið teir vunnu 11-7 og sostatt kundu kalla seg føroyameistarar við úrslitinum 3-1 í finaluni.

 

Seinni í dag hittast júst Fróði og Hallur til finaluna í einmansleiki.