Leygardagin var fyrsta borðtenniskappingin hetta hálvárið, og var hetta somuleiðis byrjunarskotið til eitt nýtt kappingarár. Hetta var ein sokallað grand prix-kapping, og var hetta fyrsta av seks slíkum í ár. Í fremsta bólkinum var tað verandi føroyameistarin, Fróði F. Jensen, sum vísti seg at framvegis vera sterkasti leikarin. Á øðrum plássi kom 15-faldaði føroyameistarin, Peter H. Niclasen.
Luttakaratalið hesaferð var 23, og er hetta merkisvert lítið í mun til fyri fáum árum síðani, tá ið luttakaratalið var omanfyri 100. Hetta er ein gongd, sum borðtennis er farið ígjøgnum serliga vegna vánaligar umstøður, men eru fyriskipararnir framvegis bjartskygdir og vænta at verandi luttakaratal hækkast nakað sum kappingarárið líður.
Næsta GP-kapping verður í Trongisvági um tríggjar vikur.
Bo?lkur A:
Nr. 1 Fro?ði F. Jensen, TO?R
Nr. 2 Peter Niclasen, TO?R
Nr. 3 Hallur Thorsteinsson, TO?R
Nr. 4 Pætur Albinus, TO?R
Nr. 5 Eyðun Ellendersen, TO?R
Nr. 6 Hanus Sørensen, TO?R
Bo?lkur B:
Nr. 1 Knu?tur Jo?anesarson, TO?R
Nr. 2 Magnus H. Jacobsen, TO?R
Nr. 3 Sveinur Nolsøe, TO?R
Nr. 4 Anna Mikkjalsdo?ttir, TBF
Nr. 5 Durita F. Jensen, TO?R
Nr. 6 Ingi Ga?sadal, TO?R
Bo?lkur C:
Nr. 1 Andrias Petersen, TÓR
Nr. 2 Sveinur Lava Olsen, TO?R
Nr. 3 Leon Rasmussen, TO?R
Nr. 4 Niels Johnsson Petersen, TO?R
Nr. 5 Andras Klein, TO?R
Nr. 6 Jo?hanna Sto?rhamar, TBF
Bo?lkur D:
Nr. 1 Hovgri?mur G. Magnussen, TO?R
Nr. 2 Vernar Olsen, TO?R
Nr. 3 O?ðin Ellefsen, TO?R
Nr. 4 Ro?gvi Ziskasson, TO?R
Nr. 5 A?ri F. Jensen, TO?R










