Borðtennis í 25 ár

Leygardagin 19. november skipaði Borðtennissambandið fyri almennari móttøku í Listaskálanum.

Henda móttøkan varð hildin í samband við at 25 ár vóru liðin, síðani hetta sambandið varð sett á stovn.
Nógvir fyrrverandi og núverandi borðtennisleikarar og onnur áhugað vitjaðu inn á gólvið fyri at vísa sambandinum heiður á stóra degnum.
Umframt sjálva móttøkuna so var sjálvandi eisini ítróttur á skránni. Fyrr um dagin varð nevniliga hildin ein jubileumskapping í Eysturskúlanum í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum.
Umframt allar hesar kappingarnar so skipaði Borðtennissambandið eisini fyri eini serstakari kapping, har fyrrverandi leikarar kundu kappast bæði innan Old Girls og Old Boys.
Nevnast kann, at Borðtennissambandið eigur bæði gamlar myndir og gomul skjøl. Til skjals er nevniliga ein mynd av fyrsta dystinum sum leiktur varð í Føroyum, tá borðtennishugaðir Kyndlamenn og Tvøroyrar Borðtennisfelag leiktu dyst í 1957.