Borðreiddu við besta matinum

Fríggjadagin 19. januar var móttøka í Skálanum í Klaksvík í sambandi við at 40 ár vóru liðin síðan Hergerð og Jákup Ziskason byrjaðu at gera mat


Í sambandi við at 40 ár eru liðin síðan Hergerð og Jákup Ziskason í Klaksvík byrjaðu at gera mat, skipaðu tey fyri eini móttøku við nógvum góðum mati í Skálanum fríggjadagin 19. januar, har nógv fólk komu á gátt .
 
Har var møguleiki fyri at njóta nakað av tí, sum Hergerð og Jákup hava borðreitt við hesi 40 árini, tey hava staðið fyri matinum á mangari veitslu. Tey hava matgjørt á bæði  smærri og størri veitslum - onkuntíð fyri yvir túsund fólkum.
 
Móttøkan var eisini ein framsýning av tí, sum kann fáast til vega, tá samkomur og veitslur skulu haldast. Tey vitjandi fingu møguleika fyri at royna matin, sum Hergerð og Jákup eru vorðin so kend fyri.
 
Jákup lærdi til kokk á Grand Hotel í Keypmannahavn og varð útlærdur í 1964. Orsøkin til at hann tók hesa útbúgving var tann einfalda, at hann altíð hevur havt áhuga fyri mati og matgerð. Hann hevur eisini undirvíst á Kokkaskúlanum í Klaksvík í mong ár. Skúlin er so mikið væl umtóktur, at tað er bíðilisti at sleppa inn á hvørjum ári.
 
Undir móttøkuni góvu Hergerð og Jákup ein gávukekk upp á 10.000 krónur til Virkishúsið í Klaksvík.