Borðið fangar báðar vegir

Tað er heldur rangvørt, at FSF fyrst hartar feløg í eini roynd at halda formalia, fyri síðani at royna at snúgva seg undan egnum avtalum

Ítróttarklumma

Sjálvandi eru fýra og ein hálv millión nógvir pengar. Ikki minst, tá hesar brádliga skulu býtast út til 27 mans, sum hava tann fyrimun, at teir duga betur at spæla fótbólt enn tey flestu.
Og ja. Avtalan er órættvíst skrúvað saman á tann hátt, at hon bert tekur atlit til ein spurning – nevnliga um spælari hevur veri ðá vølli ella ikki. Og stendur verandi orðaljóð við, fær eykamálverjin, sum hevur sitið á beinkinum flestu dystirnar, onga krónu, meðan spælarin, sum hevur fingið onkran minutt sum innskiftari, uttan at hava verið í so øgiliga nógvum av dystunum, fær fulla upphædd.
Í so máta er skilligt, um roynt verður at skrúvað eina avtalu saman, sum í størri mun er solidarisk millum spælararnar. Men tað líkist eina undanstøkking av format, tá FSF samstundis roynir at skarva helvtina av bonus-upphæddini.
Føroyskur fótboltur hevur aftur í ár havt síni gølumál, og fyri tað nógva standast hesi av, at formalia ikki er uppfylt í feløgunum. Ein uppgáva, sum FSF annars hevur tikið hampuliga sterka hond um í eini roynd at geara feløgini til altjóða fótbólt anno 2009.
Og júst tí sær tað púrasta rangvørt út, tá FSF nú roynir at broyta gjørdar avtalur í eini roynd at sleppa bíligari.
Nú sær ikki út til, at spælararnir uttan víðari hava hug at bakka. Og sum danir plaga at taka til, so hava øll rætt í “de bagkloges rige”.
Tí er neyvan hugsandi, at næsta bonus-avtalan inniheldur eins generøsar upphæddar fyri tey fyrstu plássini undir teimum 150. Og ivaleyst gav tað størri meining, um bonus-avtalan bygdi á ein progressivan stiga, har upphæddin vaks vaksandi fyri hvørt plássið undir teimum 150.
Men lat tað so vera galdandi fyri næstu avtaluna. Verandi avtala er gjørd. Nú at skula lasta spælarunum fyri grískheit, sum kann tarna landsliðsarbeiðinum, er ikki akkurát rætti mátin at gera tað uppá. Serstakliga ikki, tá FSF samstundis hevur fingið nýggja sjónvarpsavtalu, sum konsoliderar pengakassan somikið nógv, at tosað hevur verið um, at seta pening í grunn til stadionbyggjarí. So má stadion heldur bíða eitt hálvt ár.