Boppurnar hjá Scarlett kundu vunnið ein prís!

Herfyri komplimenteraði Natalie Portman boppurnar hjá Scarlett Johannson. Tað eru tó ikki bert onnur, ið tykjast at dáma boppur hennara væl, Scarlett sigur seg eisini sjálv vera sera fegna um tær.

- Eg hevði ongantíð funnið uppá at fingið mær eina bróstskurðviðgerð. Eg fái ofta rós fyri boppurnar hjá mær, men eg havi bert foreldur míni at takka fyri tær. Eg rokni við, at boppurnar hjá mær høvdu kunnað vunnið ein prís, sigur hon við amerikanska blaðið Daily Star.