Um ein mánað verður farið undir nýggja landskapping í hondbólti. Eitt av liðunum, sum ætlar sær at liggja framvið í kappingini um gullkrónurnar, er H71.
Felagið hevur fingið tilgongd av Peter Krogh, sum hevur spælt í bestu donsku deildini, og við honum sum frontmanni verða hoyvíkingar roknaðir millum favorittarnar í vetur.
Venjaratoymið kring liðið verður enn sum áður sett saman av Halgri Dahl-Olesen og Peturi Mittún, og nú er greitt, at høvuðsstuðulin eisini verður tann sami. Nevnliga Bónus.
Í tíðindaskrivi sigur leiðslan í H71, at tey fegnast um, at høvuðsstuðulin heldur fram.
- Uttan góðar stuðlar ber ikki til at reka eitt hondfóltsfelag í dag, staðfestir leiðslan í H71.