U2-ikoni?ið Bono byrjar í næstum at starvast ólønt fyri New York Times, har hann fer at skriva greinar um stóra fátækradømið í Afrika.
Talan er um millum seks og tíggju avsnitt, sangarin komandi árið fer at skriva um ymiskt, sum kann relaterast til fátækradømið í Afrika.
Í farnu viku tosaði Bono við 14.000 kvinnur í Kalifornia við árligu ?Women?s Conference?:
- Tað er greitt, at hetta eru avgerandi tíðir fyri Afrika? tað er kreppa og kaos. Kapitalisman er komin fyri rættin. USA og heimurin broytir seg á ein neiligan hátt. Men hetta er júst tíðin at umhugsa heimsstøðuna og broyta hana.