Bono skrivar sangleik um Spiderman

Forsangarin í U2, Bono, hevur saman við bólkaliminum The Edge skrivað ein sangleik um Spiderman.

Leikurin fer væntandi at kosta yvir 200 milliónir krónur og tískil verður hann tann dýrasti nakrantíð á Broadway. Flestu útreiðslurnar fara til sniðgevanina av klæðum til leikin.

 

Leikurin fer at hava frumframsýning í 2009 og leikstjórin Julie Taymor, ið m.a. eisini hevur staðið fyri ?The Lion King?, fer at leikstjórna leikinum. Keldur siga við Bang Showbiz, at hon tó ikki leggur nakað í stóru útreiðslurnar ? tað er sambært henni listin, sum telur.