Írski rocksangarin Bono, ið eisini er kendur fyri síni politisku sjónarmið, hevur skrivað undir ein sáttmála við blaðið New York Times. Sambært avtaluni skal Bono skriva stuttar viðmerkingar av ymsum slagi til blaðið, og tann fyrsta stóð at lesa í gjár. Andrew Rosenthal, blaðstjóri á New York Times, er sera fegin um at fáa Bono til høvund. Hann sigur Bono vera ein óvanligan persón, sum hevur sína egnu uppfatan av heimsins trupulleikum.