Bono heldur lítið um rødd sína

Forsangarin í kenda 35 ára gamla írska sangbólkinum U2, Bono, er als ikki fjeppari av síni egnu rødd. Tað hevur hann ongantíð verið.

 

– Eg royni altíð at sleppa undan at hoyra meg sjálvan syngja. Um ein av sangunum hjá okkum kemur í útvarpið, so plagi eg at sløkkja, Og tað er ikki tí, at eg ikki dámi okkara tónleik. Men mín egna rødd irriterar meg veruliga. Eg haldi sjálvur altíð, at eg hevði kunnað sungið betri.

 

Hetta segði 51 ára gamla rokkstjørnan, ið veruliga eitur Paul David Hewson, í “The Ellen DeGeneres Show”, sum er ein amerikansk talkshow-sending.

 

Bono legði afturat: ,,Eg eri íri, og eg eri nokkso ,,macho”. Serliga í sangunum, ið vit framførdu í 80’unum, haldi eg, at eg ljóði sum ein genta.”

 

Á seinastu turnéini hjá U2 vóru tilsamans 7.268.430. fólk til konsertirnar hjá bólkinum. Tey flestu av hesum mugu allar helst vera ósamd við Bono.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarsskarð