Síðani Facebook fríggjadagin varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum, eru fleiri gitingar komnar fram um, at Bono nú er tann ríkasti tónleikarin í verðini, tí hann átti ein part í Facebook.
Tað vísir seg, at fyritøkan hjá Bono, Elevation Partners, eigur ein part av Facebook.
Í 2009 keypti Elevation Partners 2.3 prosent av virðinum hjá Facebook. Tað kostaði fyritøkuni 56 milliónir pund, ella umleið eina hálva milliard krónur.
Og tað er hendan hálva milliardin, sum nú er voksin til áleið níggju milliardir krónur.
Bono sigur tó við tónleikasíðuna NME.com, at pengarnir ikki eru at meta sum hansara, tí tað er fyritøkan Elevation Partners, sum eigur pengarnar.
- Hóast fólk vilja vera við, at hetta eru mínir pengar, so eigi eg ikki milliardir, og eg eri als ikki ríkari enn nakar frá The Beatles, sigur Bono, sum heldur slaturin vera tápuligan.
Hann sigur harumframt, at hann setti pengar í Facebook, tí hann hevur áhuga fyri framkomnari tøkni ikki fyri at blíva stinkandi ríkur.
Hetta veit bt.dk