Tónleikur
Eyðun Klakstein
Fyri stuttum góvu tey út eina savnsfløgu við teimum best umtóktu sangunum hjá sær. Hesir sangir rúmast ikki á einari fløgu, so savnsfløgan var mátti verða ein tvífløga við sangum sum »Rivers of Babylon«, »Rasputin«, »Daddy Cool«, »Ma Baker« og øðrum.
Talan er um disco-bólkin Boney M, sum hevði eitt hitt fyri og annað eftir fyri 20 árum síðani og meira.
Sangirnir hjá Boney M hava verið sera nógv spældir í Føroyum, og sum flest allir føroyingar kenna.
Nú kemur bólkurin til Føroya at spæla, og leygarkvøldið 14. september ber til at hoyra øll hittini hjá teimum á konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Eisini føroyskt hitt
Í fjør kundi Boney M halda 25 ára jubileum, og gjøgnum hesi árini er manningin í bólkinum broytt eitt sindur. Men ein av songkvinnunum hevur verið við øll árini. Tað er Maizie Williams, og hon verður sjálvsagt eisini við á Føroyaferðini.
Umframt Boney M fer eisini Terji Rasmussen at hita upp við sínum bólki, og plátuvendarin Ottar í Funningsstovu fer at leggja tónleik á.
Talan verður um eitt kvøld við eini rúgvu av hittum.
Forsøla av atgongumerkjum verður á Statoil-støðunum í Klaksvík, Runavík, Kollafirði og Havn, og atgongumerkini kosta 225 krónur.
Bussamband verður úr Havn, av Strondum og av Toftum, og Alpha Pilot fer at sigla úr Klaksvík í sambandi við konsertina.