- Ja, enn eru vit einsamallir við grindini, men bátar eru í løtuni á veg úr Sørvági, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, ið er umborð á einasta bátinum, ið er hjá grindini.
- Eg meti at talan er um einar 100-200 hvalir. Vit royna á reka grindina inn móti bygdini, og eg vænti, at tað fer at eydnast at reka hana inn móti Bø. Hon tykist at vera spøk, og er lætt at hava við at gera.
Seinast grindaboð vóru, vóru skip hjá Sea Shepherd á staðnum, men bóndin sigur, at einki skip hjá felagsskapinum er at síggja nærhendis grindini.
- Vit eru fimm mans í einum fýramannafari. Eitt ferðafólk boðaði frá grindini, so lupu avstað beinanvegin.










