Í seinastuni hevur norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, fleiri ferðir sagt, at Noreg fer ikki at kenna seg bundið av einari nýggjari ST-samtykt um Irak, men hesa støðu vildi uttanríkispolitkska nevndin hjá Stórtinginum ikki góðtaka. Samstundis hevur Jan Petersen, uttanríkisráðharri sagt tað beint øvugta.
Á einum loyniligum fundi í uttanríkisnevndini týsdagin fekk Bondevik at vita, at orð hansara hava ørkymlað bæði norðmenn og fólk í øðrum londum. Nevndin gjørdi greitt, at ger ST eina nýggja samtykt um Irak, er Noreg bundið at fylgja henni. Tað skal forsætisráðharrin eisini gera.